Mikudagin varð ein 46 ára gamal maður í Singapor avrættaður fyri at hava lagt ætlanir um at smugla eitt kilo av kannabis inn í landið úr Malaysia.
Tað var í 2017, at hann varð funnin sekur, og árið eftir varð hann dømdur til deyða. Sjálvur noktaði hann seg sekan.
Fríggjadagin í farnu viku upplýsti fongslið, har maðurin sat, at hann skuldi heingjast mikudagin, og mannarættindafelagsskapurin Amnesty International fordømdi avgerðina, sum felagsskapurin segði vera í stríð við altjóða lóg.
Mannarættindastríðsfólk hava m.a. víst á, at hann ikki var tikin fyri at smugla men bert var ákærdur fyri at hava lagt ætlanir um smugling. Eisini vilja tey vera við, at hann ikki hevur fingið rættvísa viðferð í málinum; m.a. hevur hann ikki fingið atgongd til sakførarar, skriva fleiri miðlar
Í Singapor verður smugling av rúsevnum revsað sera hart.
Í mars 2022, eftir ein tvey-ára langan steðg, byrjaði Singapor aftur at avrætta deyðadømd fólk, og tað skapti øsing, tá ein 34 ára gamal menningartarnaður maður úr Malysia varð avrættaður fyri at hava smuglað eina lítla nøgd av heroin til Singapor. Sama árið vórðu tíggju onnur fólk eisini avrættað fyri líknandi brotsverk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald