Innanlands

Sinnisbati: Diagnosur eru ikki vápn!

- Diagnosur eru arbeiðstól hjá læknum, ikki vápn hjá almenninginum

Greta Thunberg (Mynd: EPA)

Greta Thunberg (Mynd: EPA)

2019-09-27 17:29 Author image
Innsent
placeholder

Sinnisbati, felagsskapurin, sum arbeiðir fyri korunum hjá teimum, ið hava sálarsjúku og teirra avvarðandi, sendir nú eina áheitan út, nú kjakið um svensku Gretu Thunberg og hennara veðurlagsaktivismu er vorðið serliga heitt.

Áheitanin er soljóðandi:

Seinastu dagarnar hevur kjakið um svenska veðurlagsaktivistin, Greta Thunberg verið heitt. Nógv eru samd og stuðlandi, meðan onnur eru ósamd. Soleiðis vil so vera óansæð, men fleiri hava nýtt høvið til at brúka hennara aspeger-diagnosu ímóti henni, og kalla hana fyri sinnissjúka, svaka, óstabila og onnur ógrunnað uppáhald, tí hon hevur eina sálarlig diagnosu. Hetta vil Sinnisbata harliga vísa á ikki er rætt.

Diagnosur eru arbeiðstól hjá fakfólki, men skulu als ikki brúkast sum vápn frá vanligum fólki. Tað er í lagi at vera ósamd, men skeivt at brúka diagnosur ímóti fólki, heldur enn at brúka veruligar grundgevingar.

Sjálv sigur Greta, at hon sær sína diagnosu sum ein fyrimunn heldur enn eina forðing. Tað vilja vil fegin stuðla undir, at tað kann vera møguligt. Øll hava rætt til at siga sína meining, eisini børn - við ella uttan eina diagnosu!

Sinnisbati 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder