Innanlands

Sinnisbati leitar eftir evnum til sálarheilsuvirðisløn

Verður handað á Altjóða Sálarheilsudegnum 10. oktober

Jákup Jacobsen fekk sálarheilsuvirðislønina í fjør (Savnsmynd: Finnur Justinussen)

Jákup Jacobsen fekk sálarheilsuvirðislønina í fjør (Savnsmynd: Finnur Justinussen)

2020-10-02 17:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hevur tú eitt uppskot til hvør skal hava Ársins Sálarheilsuvirðisløn?

Sinnisbati fer fyri fjóðru ferð, í sambandi við Altjóða Sálarheilsudagin 10. oktober, at handa eina sálarheilsuvirðisløn til ein einstakling ella bólk. Almenningurin, einstaklingar og feløg fáa við hesum høvi at skjóta upp, hvør hevur hendan heiður uppibornan.

Endamálið við eini slíkari sálarheilsuvirðisløn er, at heiðra ein ella fleiri, sum hava gjørt eitthvørt átak, tiltak ella annað, sum á serligan hátt hevur varpað ljós á sálarheilsu, og gjørt eitt arbeiði fyri at bøta um og/ella arbeiða sálarheilsu fremjandi. Høvi er til at skjóta einstaklingar og bólkar upp, vísandi til tiltøk, sum verða framd kring alt landið.

Øll kunnu tilnevna, hvør skal hava sálarheilsuvirðislønina. Ein dómsnevnd ger síðani av, hvør skal hava heiðurin av at fáa Sálarheilsuvirðislønina, út frá innkomnu uppskotunum. Virðislønin verður handað á Altjóða Sálarheilsudegnum, sum í ár verður hildin talgild umvegis Facebook og Youtube.

Sí skrá her: http://sinnisbati.fo/altjoda-salarheilsudagur-2020-skrain-er-klar/

Uppskot kunnu sendast til [email protected] í seinasta lagi týsdagin 6. oktober á middegi.

Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum í Havn og stigtakari til viðgerðarheimið Frælsi á Eiði, Fountainhúsið í Havn og Jákup Jacobsen, eigari av Yndi Fitness, hava fyrr fingið sálarheilsuvirðislønina. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder