Fríggjakvøldið 22. oktober fer nýggja ungdómstoymið hjá Sinnisbata, SinnisBati Ung, at markera seg við einum braki. Hetta verður gjørt við einari introkafé á Reinsarínum.
Talan er um eitt ókeypis tiltak, boðar Sinnisbati frá í tíðindaskrivi.
Á skránni eru fleiri upplegg, umframt tónleikaframførslur.
Skráin fyri kvøldið sær soleiðis út:
Kl. 17.15 – SinnisBati Ung (SBU) bjóða vælkomin og greiða frá um virksemið og endamál
Kl. 17.30 – Laura Apol, starvsfólk í Sinnisbata, greiðir frá um virksemið hjá Sinnisbata
Kl. 17.45 – Steðgur
Kl. 18.00 - Felags meditatión v/ Vivian Sjóðklett
Kl. 18.45 - Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum, hevur upplegg um sálarheilsustøðuna hjá ungum í Føroyum við útgangsstøði í kanningini "Hvussu hevur tú tað?" frá 2019
Kl. 19.15 - Kjak um ymisk evni, ið hava við sálarheilsu og fyribyrging av sálarsjúku at gera. Endamálið er at byrja eina samrøðu um tey ávísu evnini og seta tankar í gongd.
Kl. 20.15 - Steðgur og vit bjóða pitsa
Kl. 20.30 - Konsert við Guðrið Hansdóttir, Mariusi DC og Joe and the Shitboys
Barrin er opin frá kl. 20, og tað verður møguligt at keypa sær drekkandi bæði við og uttan rúsdrekka.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald