Apple hevur verið afturút við vitlíki, men nú skal broyting koma í. Talgildi iPhone-hjálparin Siri skiftir nú navn til Siri AI og byggir sum navnið sigur í nógv størri mun uppá vitlíki.
Hesum boðaði Apple frá í kvøld á árligu ráðstevnuni WWDC, sum verður hildið á høvuðsskrivstovuni í Kalifornia.
Siri AI fer framyvir at hyggja gjøgnum eldri samrøður, myndir og kalendaran og fer harvið betri at kunna hjálpa brúkaranum. Yvirhálgingin verður eisini tøk á iPad og Macbook.
Nýggja stýrisskipanin verður lanserað í heyst.
Google sum menninir stýrisskipanina í Android-telefonum er eisini komin við sínum boði uppá vitlíki á telefon. Google rópar sít Gemini Intelligence og tað verður lýst sum størsta Android-dagføring higartil.
Android-telefonin skal í nógv størri mun avgreiða ørindi fyri brúkaran enn man áður hevur sæð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald