Innanlands

Sirið í norðurlendskum pallborði í ST

Á pallborðsfundi í gjár, á árligu kvinnurættindaráðstevnuna hjá ST, umrøddu norðurlendsku javnstøðuminstararnir fíggjarliga javnstøðu

2024-03-12 21:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á pallborðsfundi í gjár, á árligu kvinnurættindaráðstevnuna hjá ST í New York býi, umrøddu norðurlendsku javnstøðuminstararnir fíggjarliga javnstøðu.

Líka løn, javnari býti af barsburðarfarloyvi, góðir dagstovnar, útbúgving og jøvn politisk umboðan, vóru nakrar av teimum loysnunum, sum ministararnir vístu á, eru neyðugar at raðfesta í arbeiðinum fram móti betri javnstøðu.

Javnstøða kemur búskapinum, børnunum, trivnaðinum og samfelaginum sum heild til góðar.

Umframt at hava tikið lut í norðurlendskum pallborði, hevur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, havt fleiri fundir og verið til fleiri tiltøk.

Í norðurlendska pallborðinum vísti Sirið m.a. á, at í Føroyum er stór lønargjógv í inntøkuni hjá kvinnum og monnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder