Innanlands

Sirið spyr um krabbameinsátøk

Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, vil hava at vita frá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni, hvørji átøk í nýggju krabbameinsætlanini, sum varð handað í apríl, verða sett í verk

Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi (Savnsmynd)

Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi (Savnsmynd)

2022-08-08 11:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í apríl í ár varð nýggj Krabbameinsætlan handað landssstýrismanninum í heilsumálum. Í henni eru 69 átøk, sum mælt eru til at seta í verk komandi tíðina – m.a. screening fyri tarmkrabba, at broyta screeningina fyri lívmóðirhálskrabba og at víðka um bróstkrabbascreeningina.

Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur sett landsstýrimanninum fyrispurning um evnið. Hon vil hava at vita frá Kaj Leo Holm Johannesen, hvørji átøk verða sett í verk.

Spurningurin hjá Sirið Stenberg er soljóðandi:

1. Nær er ætlanin at seta screening fyri tarmkrabba í verk?

2. Nær er ætlanin at víðka um bróstkrabbascreeningina?

3. Eru nøkur átøk í nýggju Krabbameinsætlanini sett í verk

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder