
Ólavsøkuaftan eigur at verða almennur frídagur. Tað heldur Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi.
Á tingfundinum í gjár legði hon fram uppskot um at tryggja, at 28. juli, verður frídagur.
Í viðmerkingum til uppskotið vísir tingkvinnan á, at tað er sera ymiskt, hvussu frídagar hjá ymisku starvsbólkunum liggja, men fyri nógv er ólavsøkuaftan bert hálvur frídagur, og í ávísum førum er hesin dagurin arbeiðsdagur.
– Ólavsøkan verður hildin í Havn og samferðslan fyri tey, sum búgva kring landið, er avmarkað merkisdagar. Hetta ger, at tað eru mong arbeiðsfólk, sum ikki hava møguleika at fara á ólavsøku, tí dagurin ofta partvís er arbeiðsdagur og vegna avmarkaðu samferðsluviðurskiftini. Veruleikin er nokk tann, at hetta so gott sum einans rakar fólk í útjaðaranum.
– Gamalt hevur annars verið, at á ólavsøku stevna øll til høvuðsstaðin. Ólavsøkuaftan er stórur kappróðrar-og ítróttardagur, umframt at alskyns mentanartiltøk og annað er. Gott hevði verið, um øll høvdu møguleika at taka lut í hesum, sigur Sirið Stenberg.
Uppskotið hjá Sirið Stenberg sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald