
Sannlíkindini fyri, at Tjóðveldi skal koma at sita við borðendan í landsstýrinum fyri fyrstu ferð nakrantíð, eru vorðin eitt sindur størri eftir at Sirið Stenberg nú er vorðin forkvinna í flokkinum.
Meðan Høgni Hoydal var formaður í Tjóðveldi, plagdi undirtøkan fyri honum sum løgmanni at liggja um 6 til 8 prosent.
Men eftir at Sirið Stenberg hevur tikið yvir, er undirtøkan fyri einum løgmanni/-kvinnu úr Tjóðveldi tvífaldað, og samstundis er talið av ivandi minkað munandi.
Í fyrru kanningini eftir at Sirið tók við sum forkvinna í flokkinum, vóru tað 13,9 prosent, sum peikaðu á hana sum løgkvinnu. Nú er henda undirtøkan økt til 15,4 prosent.
Undirtøkan fyri forfólkunum í Framsókn og Miðflokkinum er so lítil, at hon næstan ikki sæst í kanningunum.
Men tað merkir ikki, at sannlíkindini eru smá fyri at tey kunnu gerast samgonguleiðarar eftir eina komandi samgongusamráðing. Tí tað er sum kunnugt ikki veljarin, men ein meiriluti á løgtingi, sum velur hvør skal vera løgmaður/-kvinna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald