Síðani 2007 hevur Sirkus Baldoni á hvørjum ári, fyriuttan í fjør, vitjað í Føroyum. Danska sirkusi er millum serstakt við tí at ikki hava livandi djór við, og tað verður aftur at upplivað í Føroyum í heyst.
Talan er um tjúgunda árið, har Sirkus Baldoni er at síggja á palli, og í september verða ellivu sýningar.
Tíggju ymsar føroyskar bygdir/býir vera karmur um sirkusi, ið vitjar í døgunum 13. - 22. september. Tað er bert í Tórshavn, at tvær sýningar verða, og tær eru á skránni sama dag - sunnudagin 19. september.
Skráin í Føroyum
Mánadagin 13. september: Høllin á Giljanesi
Týsdagin 14. septemer: Høllin á Skála
Mikudagin 15. september: Badmintonhøllin í Klaksvík
Hósdagin 16. september: Høllin í Runavík
Fríggjadagin 17. september: Høllin á Kambsdali
Leygardagin 18. september: Høllin í Trongisvági
Sunnudagin 19. september: Høllin á Hálsi (tvær ferðir)
Mánadagin 20. september: Høllin í Vestmanna
Týsdagin 21. september: Høllin á Eiði
Mikudagin 22. september: Høllin í Kollafirði
Mentan
Sirkus Baldoni kemur aftur til Føroya í september
20-ára gamla sirkusi, ið er uttan djór, fer at hava framsýningar í tíggju ymsum føroyskum bygdum/býum í døgunum 13. - 22. september
Mynd: baldoni.dk
2021-08-25 12:55
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald