2025-12-14 11:31
DR Konserthuset var aftur í ár karmur um árliga jólashowið hjá Danmarks Radio, og hesaferð var tað við føroyingi á pallinum.
Sendingin var víst á DR1 í gjárkvøldið.
Havnarkvinnan Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen sum fyrr í ár vann danska Melodi Grand Prix og síðan luttók í Eurovision fyri Danmark.
Hon framførdi væl kenda lagið hjá Mariah Carey, All i Want for Christmas is You saman við symfoniorkestrinum hjá DR.
Mynd: Eddie Michel / DR
Onnur sum framførdu vóru eitt nú Mads Langer, Malte Ebert, Annika Aakjær.
Sissal framførir móti endanum av sendingini, sum sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald