Innanlands

Sissal Sigmundsdóttir Djurhuus vart ph.d. um venjing móti krabba

Granskingin hevur snúð seg um, hvørt tað við há-intensari venjing nógvar ferðir um vikuna ber til at fáa fleiri immunkyknur inn í krabbaknykilin hjá monnum við prostatakrabba

2022-04-30 16:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Granskingarráðið: Fríggjadagin 1. apríl vardi Sissal Sigmundsdóttir Djurhuus ph.d.-ritgerð sína við Københavns Universitet.

Hon hevur arbeitt á Centre for Physical Activity Research (CFAS) á Ríkissjúkrahúsinum og verið innskrivað á Institut for Klinisk Medicin á Københavns Universitet.

Granskingin hevur snúð seg um, hvørt tað við há-intensari venjing nógvar ferðir um vikuna ber til at fáa fleiri immunkyknur inn í krabbaknykilin hjá monnum við prostatakrabba. Immunkyknur kunnu drepa krabbakyknur.

Toymið kannaði 30 luttakarar. Komið varð fram til, at tey, sum vandu oftast, eisini høvdu ein størri vøkstur í immunkyknum í krabbaknyklinum. Hetta úrslitið bendir á, at tað er ein samanhangur millum tal av venjingum og inntreingjan av immunkyknum í krabbaknykilin.

Í metingarnevndini vóru Anna Campbell, professari úr Napier University Edinburgh, Mads Hvid Poulsen, MD, ph.d. frá Odense Universitetshospital og Mikkel Mejlgaard Fode, lektari á Københavns Universitet, formaður.

Høvuðsvegleiðari var Klaus Brasso, professari á Københavns Universitet. Hjávegleiðarar Bente Klarlund Pedersen, Pernille Højman†, Jesper Frank Christensen, Birgitte Grønkjær Toft og Casper Simonsen.

Heitið á ritgerðini er: "The Effect of Exercise Training on Tumor Biology in Humans - Exploration of Exercise-Induced Tumor NK Cell Infiltration and Alleviation of Hypoxia as Anti-Cancer Mechanism in Men with Prostate Cancer". Tvær greinar frá ph.d.-arbeiðinum eru ávegis til útgávu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder