Mentan

Eurovision: Sissal skal kunngera stigini frá donsku dómsnevndini

Sissal, sum umboðaði Danmark í Eurovision í fjør, fær ein lítlan leiklut í finaluni í kvøld

Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen umboðaði Danmark í Eurovision í Basel í fjør (Mynd: EPA)

Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen umboðaði Danmark í Eurovision í Basel í fjør (Mynd: EPA)

2026-05-16 14:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í kvøld skal vinnarin av Eurovision 2026 finnast, og tá stigini verða kunngjørd, verður tað føroyska Sissal, sum skal kunngera stigini frá donsku dómsnevndini.

Sissal umboðaði Danmark í Eurovision í fjør við sanginum "Hallucination". Tá megnaði hon at fáa Danmark við í finaluna fyri fyrstu ferð síðan 2019 og endaði á einum 23. plássi.

Sissal royndi seg eisini í Dansk Melodi Grand Prix í ár við sanginum "Infinity", men sum kunnugt varð tað Søren Torpegaard Lund við "Før vi går hjem", sum fór av stað við sigrinum. Søren Torpegaard Lund hevur eisini verið av favorittunum at vinna alla kappingina í ár.

Tá stigini skulu kunngerast í kvøld gongur tað fyri seg á tann hátt, at 50 prosent av stigunum verða givin av dómsnevndum úr ymisku londunum, meðan hini 50 prosentini verða givin av hyggjarunum. Fyrst verða stigini frá dómsnevndunum kunngjørd, og síðani verður samlaða stigatalið frá hyggjarunum kunngjørt.

Í samrøðu við Morgunsendingina hjá Kringvarpinum fríggjamorgunin greiddi Sissal frá, at nærum allur dagurin í dag verður brúktur til at fyrireika seg.

– Eg skal arbeiða í 12 tímar fyri at vera á skíggjanum í 20 sekund, segði hon og legði afturat, at hon tí ikki fekk verið í Wien og framført í Eurovillage, sum hon eisini hevði fingið í boði. Alt innslagið kann hoyrast her.

Tað er ikki óvanligt, at fyrrverandi luttakarar kunngera stigini hjá dómsnevndunum í Eurovision, og sum skilst hava m.a. Grikkaland, Lettland, Litava, Svøríki og Ukraina eisini fingið luttakarar frá í fjør at kunngera stigini í kvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder