2024-01-04 17:43
Síðan síðst í oktober hava ein kvinna og ein maður sitið í varðhaldi, skuldsett fyri harðskap móti einum tríggjar mánaðum gomlum barni.
Og í dag avgjørdi Føroya rættur, at tey bæði skulu sita í varðhaldi í 14 dagar afturat. Tað veit útvarpið.
Ákæruvaldið ynskti annars at fáa tey varðhaldsfongslaði fýra vikur afturat.
Kringvarpið skrivar, at annað av teimum skuldsettu bað um tíð at umhugsa, um úrskurðurin skal roynast í landsrættinum.
Skuldsetingin er eftir grein 246, sum er um grovasta harðskapin, sum kann geva fongsul upp í 10 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald