Innanlands

Sitimátta gjørd til fjallatúrar í Vági

Talan er um sitimáttur úr føroyskari ull, sum eru framleiddar í samband við stóru listaverkætlanina, sum var í Vági í fjørheyst

Á heysti 2023 var ull savnað kring Vág. Ullin varð síðani skild, vaskað, karðað og tøvd. Eftirfylgjandi er ullin lasaraskorðin í FabLab og fletta saman til sitimáttur. Tey, ið nýta hesar, kunnu fortelja um sína uppliving í náttúrini (Mynd: vagur.fo)

Á heysti 2023 var ull savnað kring Vág. Ullin varð síðani skild, vaskað, karðað og tøvd. Eftirfylgjandi er ullin lasaraskorðin í FabLab og fletta saman til sitimáttur. Tey, ið nýta hesar, kunnu fortelja um sína uppliving í náttúrini (Mynd: vagur.fo)

2024-04-09 17:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Sum nakað heilt serligt, so bjóðar Miðlatún vágbingum og vitjandi møguleika at lána nakrar sitimáttur, tá farið verður í fjøllini kring Vág.

Soleiðis skrivar heimasíðan hjá Vágs kommunu í dag. Hetta er ikki innfluttar máttur, men heldur stuttfluttar. Talan er um sitimáttur úr føroyskari ull, sum eru framleiddar í Vági í samband við stóru listaverkætlanina, sum var í Vági í fjørheyst.

Á heysti 2023 var ull savnað kring Vág. Ullin varð síðani skild, vaskað, karðað og tøvd. Eftirfylgjandi er ullin lasaraskorðin í FabLab og fletta saman til sitimáttur.

- Hesar sitimáttur eru sera væl egnaðar til túrar í fjøllunum, har gongufólk kunnu taka hesar við sær og brúka tær, tá tey seta sjeg niður at rinda møðina, at njóta útsýni ella eta ein matpakka. Føroyska ullin ger, at gongufólk sita turt og gott úti í náttúruni.

Vágs kommuna boðar frá, at sitimátturnar kunnu lánast ókeypis í MIðlatúni. Tey, sum lána eina sitimáttu, fáa kunning á føroyskum og enskum um føroysku ullina og hvussu sitimátturnar eru gjørdar.

- Tá gongufólki kemur aftur í Miðlatún, tá fáa hesi eina dagbók, har tey kunnu skrivað um teirra náttúru uppliving. Harvið leggja tey eina søgu eftir sær, ið onnur kunnu lesa, skrivar vagur.fo

Til ber at lesa meira um sermerktu máttuna her. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder