Uttanlands

Siumut roynir at sleppa undan nývali

Grønlendska landstingið kemur saman aftur í morgin

2021-02-15 17:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í morgin kemur grønlendska landstingið saman aftur, men enn er óvist, um nýval verður skrivað út ella ikki, hóast meiriluti er fyri nývali, skrivar Ritzau.

Stjórnarflokkurin, Siumut, mælir til ró. Innanfloks trupulleikar í Siumut eiga ikki at vera orsøk til at skriva út nýval, skrivar flokkurin í einum tíðindaskrivi um politisku støðuna.

Meiriluti er í landstinginum, Inatsisartut, fyri nývali. Men ongin av flokkunum hevur tó sagt nakað um, hvat flokkurin fer at atkvøða, um spurningurin um nýval kemur til atkvøðugreiðslu í morgin.

- Vit í Siumut halda ikki, at tað er ein gongd leið, at skriva út val í úrtíð við støði í, at ein einstakur flokkur hevur nakrar innanhýsis avbjóðingar, skrivar Siumut í tíðindaskrivinum.

Flokkurin tekur ikki undir við, at tað er Siumut, sum er orsøkin til samstarvstrupulleikarnar í landsstýrinum.

- Um tað var so, hvussu kann tað so vera, at hinir flokkarnir við teirra 21 av tilsamans 31 limum í Inatsisartut ikki gera eina samgongu fyri tað, sum eftir er av valskeiðinum, verður sagt í skrivinum.

Tað er formaðurin í Siumut, Erik Jensen, sum hevur skrivað undir tíðindaskrivið saman við Hermann Berthelsen, sum er tingbólkaformaður hjá flokkinum.

Men tað er Kim Kielsen, ið situr sum landsstýrisformaður, stjórnarleiðari, men hann varð koyrdur frá sum floksformaður í november 2020.

Og síðan hevur tað verið ein opin spurningur um hvør, ið stýrir Siumut.

Meðan Kielsen stendur á odda fyri landsstýrinum, hevur Jensen hildið úrslitaleysar samráðingar við hinar flokkarnar. Tað hendir handan stongdar dyr í eini roynd at skipa meiriluta við honum sum landsstýrisformanni, skrivar Ritzau.

Siumut kemur í morgin við eini undanskákingardagsskrá til tess at forða fyri einum møguligum nývali, skrivar Ritzau.

Í farnu viku tóku Demokratarnir seg úr samgonguni og eru nú í andstøðu, hóast flokkurin fyrr hevur verið stuðulsflokkur.

Val skal vera til landsstingið seinast í 2022.

Ein veljarakanning hjá KNR vísir, at Inuit Ataqatigiit stendur til at gerast størsti flokkur, um val varð hildið í dag. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder