Innanlands

Sjáldsamur kópur vitjaði Svínáir

Granarkópur livir annars nógv longur norðuri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-03-24 12:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrr í vikuni vitjaði ein sjáldsamur gestur Svínáir. Talan er um ein granarkóp, sum vanliga ikki er at síggja á okkara leiðum.

Tjóðsavnið hevur lagt tvey filmsbrot út av kópinum, sum savnið hevur fingið sendandi frá Niklasi R. Jacobsen. Upptøkurnar eru gjørdar mánadagin, tá hann gjørdi seg kláran at fara ein kavingartúr.

Hann helt seg kenna hetta kópaslagið úr Svaldbard, har norðmenn kalla hann fyri storkobbe ella remmesæl. Á enskum verður hann nevndur bearded seal og hevur latínska heitið Erignathus barbatus.

Nøvnini sipa øll til serlig eyðkenni. Hann verður nevndur storkobbe tí at hetta er størsta vanliga kópaslagið í norðurhøvum og remmesæl vísir til hvat húðin kundi brúkast til. Enska heitið “bearded seal” kemur av vælvaksnu kampunum (snoddhárunum).

Granarkópar eru ikki vanligir um okkara leiðir, liva nógv longur norðuri. Men av og á síggjast teir her. Einstakir eru sæddir heilt suðuri í Ermasundi, Írlandi, Fraklandi og Niðurlondum.

Føroyska heitið “granarkópur” stendur ikki í orðabókini, men man helst sipa til, at gronin er heldur kubbut í mun til á láturkópi. Vit kundu tí sagt, at granarkópur hevur vælvaksin granarhár og at lættast er at kenna hann á henda hátt, skrivar Tjóðsavnið.

Í Føroyum hava vit bara eitt kópaslag og tað er láturkópur, Halichoerus grypus

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder