Innanlands

Sjálvboðin viðlíkahalda varðagøtuna

8 røsk útlendsk sjálvboðin og tríggir raskir føroyingar hava seinastu tveir dagarnar gjørt ábøtur á bygdargøtuni millum Vatnsoyrar og Miðvág

2021-09-24 22:34 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seinastu trý árini, hevur átakið Closed for Maintenance hjá Visit Faroe Islands givið sítt íkast til viðlíkahald av ymiskum slag úti í føroysku náttúruni. Tað er Visit Faroe Islands sum saman við kommunum og kunningarstovum, sum skipa fyri átøkum kring landið. Í Vága kommunu er tað menningarstovan Visit Vágar, sum stendur fyri samskipanini, við stuðli frá kommununi.

Arbeiðið sum verður gjørt í Vága kommunu í ár, er viðlíkahald av bygdargøtuni millum Vatnsoyrar og Miðvág. Tað eru 8 røsk útlendsk sjálvboðin úr Portugal, Kekkia, Spania, Danmark og Norra, umframt tríggir raskir føroyingar, sum í tveir dagar gera ymiskt viðlíkahaldsarbeiði á gøtuni, seta gonguskeltir upp og steyrar frá bygdini, fram við Hýsisá og niðan har sum gøtan byrjar. Millum annað verður vatn drenað frá gøtuni, og stór sár í lendinum eru hampaði, uttan at stór inntriv eru gjørd í náttúruna, og mest møguligt tilfar, ið longu er í økinum er brúkt. Ein flottur varði er bygdur har gøtuskelti er fest á.

Arbeitt hevur verið í tveir heilar dagar. Ímeðan sjálvbodnu gestirnir hava verið her, hava tey búð á Gamla Hotel í Miðvági, og Sámal Ravnsfjall kom á gátt og sang nakrar sangir fyri teimum í gjárkvøldið, eftir ein góðan døgurða á hotellinum.

Fyrrapartin í dag, var Bjarni Prior, borgarstjóri og heilsaði uppá arbeiðsfólkið og skoðaði verkið. Tað var eitt sindur illfýsið, men tey vóru við gott mót og drivu á at arbeiða til seinnapartin. Borgarstjórin takkaði teimum fyri stóra arbeiðið tey høvdu gjørt hesar báðar dagarnar. Gøtan eftir varðunum verður nógv nýtt av gongufólki og fólki á hestbaki, útsýni tá komið er upp í hæddina er ótrúliga vakurt, og tí er hetta viðlíkahaldið til stóra gleði fyri okkara borgarar og gestir, helt borgarstjórin fyri, og vónaði at síggja tey aftur til Closed for Maintenance og til framhald av viðlíkahaldi av gøtuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder