Innanlands

- Sjálvsavgerðarrætturin skal virðast

Løgmaður hevur viðmerkt støðuna í Ukreina, men tað var áðrenn russisku innrásina í nátt

(Mynd: Løgmansskrivstovan)

(Mynd: Løgmansskrivstovan)

2022-02-24 07:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgmansskrivstovan hevur enn ikki gjørt viðmerkingar til nýggjastu tíðindini um støðuna millum Ukreina og Russland.

Men í gjárkvøldið hevði løgmaður hesa fráboðanina, har vónað framvegis varð at finna fram til eina samráðingarsemju.

"Støðan í Eysturukreina og á markinum millum Ukreina og Russland er sera álvarsom.  Enn vónar landsstýrið, at diplomatisku royndirnar at finna eina loysn fara at eydnast, so tað slepst undan einum vanlukkuligum stríði í Evropa.

Tað hevur týdning, at sjálvsavgerðarrætturin hjá Ukreina verður virdur. Altjóða lóg er við til at borga fyri rættvísi, tryggleika og stabiliteti í heimssamfelagnum. Ikki minst fyri smátjóðir sum Føroyar, er tað umráðandi, at altjóða lóg verður vird og hildin. Tí tekur landsstýrið frástøðu frá russisku framferðini í Eysturukreina og fordømir framdu brotini á altjóða lóg.” 

Støðan í økinum broytist støðugt.  Landsstýrið fylgir tí nevyt við gongdini, og metir so hvørt um støðuna. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder