Innanlands

Sjálvstýri svinnur burtur

Sjálvstýri er so langt frá einum tingessi, sum hann nakrantíð hevur verið, sambært nýggjastu veljarakanningini, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-06-18 13:02 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Sambært veljarakanningini, sum Blaðið Vikuskifti hevur kunngjørt í dag hevði Sjálvstýri ikki rokkið inn um tinggáttina. Tað hevur flokkurin ikki gjørt í kanningum í longri tíð, men nú fær flokkurin bara 1,3 prosent av atkvøðunum.

Sostatt er Sjálvstýri so langt frá einum tingsessi, sum hann nakrantíð hevur verið. Bara einaferð fyrr síðan seinasta val hevur Sjálvstýri staðið seg so illa í veljarakanning. Tað var 30. mars 2021, tá flokkurin stóð til at fáa 1,2 prosent.

Hjá hinum báðum smærru flokkunum, Framsókn og Miðflokkinum, bylgist tað aftur og fram. Í seinastu kanning hjá Blaðnum Vikuskifti í mars, var Framsókn nógv størri enn Miðflokkurin, 8,9 móti 5,8 prosentum, men nú er tað Miðflokkurin, ið hevur munin við 6,8 prosentum móti teimum 5,1 til Framsókn. Í báðum førum gevur tað sama tingsessatal sum nú, tveir í part.

Les meira og síggj alla veljarakanningina ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder