Innanlands

Sjálvstýrið í valbólki við samgonguna

Tingfundurin niðurlagdur fyri at manna nevndirnar

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-09-17 14:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgtingið er nú farið ígongd við at manna nevndirnar soleiðis, sum tær skulu síggja út hesi komandi fýra árini.

Hetta verður gjørt við at fundurin varð niðurlagdur, so at valbólkarnir kunnu setast saman og manna nevndirnar. Tingfundurin verður tikin uppaftur klokkan 16, boðaði Jógvan á Lakjuni, tingformaður, frá.

Men áðrenn fundurin varð niðurlagdur, las formaðurin upp tvey skriv frá flokkunum á tingi, sum upplýstu hvussu teir hava skipað seg í valbólkum.

Tað er nevniliga so, at Kristin Michelsen, einsamalli tingmaðurin fyri Sjálvstýri, er við í valbólkinum hjá samgonguni, sum sostatt hevur 18 tingfólk aftan fyri seg, nú nevndirnar skulu mannast.

Hin tingbólkurin er flokkarnir í fráfarnu landsstýrissamgonguni, sum hava 15 sessir á tingi.

Tá løgtingsformaður og løgmaður vórðu valdir á tingfundinum leygardagin, atkvøddi Kristin Michelsen, av sínum plássi á aftasta beinki undir liðini á ríkisumboðnum og við einum tómum stóli millum seg og Tjóðveldið, eisini saman við samgongumeirilutanum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder