2019-01-06 17:47
Árliga nýggjárskonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri var fyri fullsettum sali í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið, og lagið var gott.
Serliga aftaná steðgin, tá nógvu áhoyrararnir fingu sjampanja og kransakøku, var lagið gott.
Í ár var solisturin operasangarinnan Susanne Elmark, sum serliga til síðst fekk lív í salin, og argaði áhoyrararnir á fremstu røð - serliga teir mannligu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald