Teir báðir sjefarhundarnir hjá Joe Biden forseta sleppa ikki longur at búgva í Hvítu Húsunum í Washington, men verða sendir heim til Wilmington í Delaware.
Tað hendir eftir at tann yngri av hundunum, Major, eftir øllum at døma hevur bitið ein at trygdarvørðunum í Hvítu Húsunum. Tað veit CNN at siga frá ónevndum keldum í forsetabústaðnum.
Einki verður upplýst um, hvønn skaða hundurin hevur elvt til, men hendingin er so mikið álvarslig, at hundarnir nú verða fluttir úr Washington D.C. til Delaware.
Keldur siga fyri miðlinum, at Major í fleiri førum hevur klandrast við trygdarvørðarnar hjá forsetunum. Hann er lopin fram móti starvsfólkum, og hevur goy eftir teimum.
Joe og Jill Biden fingu Major í 2018 frá einum heimi fyri harraleysar hundar. Hundurin hevur fyrr verið frammi í miðlunum, tað var í sambandi við at Joe Biden keikti sær fótin meðan hann spældi við hann.
Hin hundurin hjá forsetahjúnunum, Champ, er 13 ára gamal og meira róligur, skrivar CNN.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald