2025-03-17 09:47

Tingfundur verður nú klokkan 10, har 13 mál eru á skránni.
Talan er um sjey mál, sum skulu til 3. viðgerð, og seks mál, sum skulu til 1. viðgerð. Eisini verður framløga á skránni.
Millum málini, sum skulu til 1. viðgerð er uppskot um at geva kommununum heimild at áseta bústaðaskyldu, uppskot um pantskipan, og uppskot um broytingar í ferðslulógini, sum m.a. snýr seg um at broyta ásetingarnar um rúsevnakoyring.
Skráin fyri dagsins tingfund sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald