Innanlands

Sjey bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt

Tveir bilførarar mugu upp til nýggja koyriroynd

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-01-07 09:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Aftur í gjár var ferðslupolitiið á vegunum og gjørdi ferðmátingar, og aftur hesaferð komu tey ikki tómhent heim aftur á støðina.

Um middagsleitið vóru fýra bilar tiknir á Skálafjørðinum fyri at koyra ov skjótt í bygdum øki. Tveir sum koyrdu 77 km/t og 82 km/t fingu klipp í kortið, meðan tveir sum koyrdu 84 km/t og 93 km/t fingu treytaða frádøming av koyrikortinum, og mugu upp til nýggja koyriroynd.

Løgreglan var eisini úti í gjárkvøldið, og á Skálafjørðinum vóru klipp givin til bilførarar sum koyrdu 74 km/t og 76 km/t í bygdum øki.

Á Glyvursvegnum, sum er breiði vegurin út á Hamaran á Argjum, er vanligt at bilar hava hug til at koyra skjótt. Í gjár var einki undantak, og tann tíman, sum løgreglan gjørdi ferðmátingar har, var ein bilførari sum koyrdi 80 kilometrar um tíman. Koyrdi viðkomandi eitt lítið sindur skjótari hevði tað givið treytaða frádøming av kortinum, men førarin slapp við einum klippi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder