Innanlands

Sjey bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt

Løgreglan gjørdi ferðmátingar í norðurøkinum í gjár. Seks bilar fingu klipp - ein bilførari misti koyrikortið á staðnum, tí hann koyrdi langt yvir hámarkið

Løgreglan ger javnan ferðmátingar - í gjár var tað tað í norðurøkinum (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Løgreglan ger javnan ferðmátingar - í gjár var tað tað í norðurøkinum (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2022-03-02 13:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sambært løgregluni vórðu nógvir bilførarar støðgaðir í gjár í norðurøkinum, har ferðmátingar vórðu gjørdar - hetta er nakað, ið løgreglan regluliga ger.

Tað vóru fleiri, ið koyrdu líka yvir 100 kilmoterar um tíman - seks í tali - og hetta gevur eina bót, umframt klipp í koyrikortið.

Tað var tó ein, ið varð máldur at koyra so skjótt, at tað var nóg mikið til, at viðkomandi misti koyrikorti. Tann bilførarin var omanfyri 130 kilometrar um tíman, og skal sostatt taka part av koyrikortinum umaftur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder