Uttanlands

Sjey familjulimir hjá Hamas-leiðara latið lív

Tríggir synir og fýra abbabørn hjá Ismaie Haniyeh hava latið lív undir ísraelskum loftálopi í Gaza

Ismail Haniyeh (t.v.) her saman við iranska uttanríkisráðharranum, Hossein Amir Abdoulhian, undir eini vitjan í Teheran í farna mánaði (Mynd: EPA)

Ismail Haniyeh (t.v.) her saman við iranska uttanríkisráðharranum, Hossein Amir Abdoulhian, undir eini vitjan í Teheran í farna mánaði (Mynd: EPA)

2024-04-11 07:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ismail Haniyeh, ein av leiðandi monnunum í Hamas, hevur mist tríggjar synir og fýra abbabørn í einum ísraelskum loftálopi í Gaza.

Haniyeh verður mettur sum ovasti politiski leiðarin í Hamas, sum hevur váttað tíðindunum.

Ísraelski herurin, IDF, skrivar á X, at tað er hann, sum hevur framt álopini á teir tríggjar synirnar.

- IDF-flogfør raktu Amir Naniyeh, kommandant í hernaðarliga veinginum hjá Hamas, og Mohammed og Hazen Hanyeh, báðir aktivir í Hamas miðskeiðis í Gaza í dag. IDF váttar, at hesir tríggir eru synir hjá Ismail Haniyeh, leiðara fyri politisku deildini hjá Hamas, skrivar IDF á X.

Sjónvarpsstøðin Al Jazeera hevur tosað við Ismael Haniyeh, sum sigur, at familjan varð álopin á veg til eina Eid-veitslu fyri at hátíðarhalda endan á Ramadan-mánaðinum. Hann leggur afturat, at álopið ikki fer at støðga teirra kríggi móti Ísrael.

- Fíggindin heldur, at við at leypa á familjuna hjá Hamas-leiðaranum, fer taå at trýsta okkum til at sleppa krøvununum frá okkara fólki. Tað, at synir mínir eru raktir broytir einki, segði Haniyeh við Al Jazeera.

Síðan 2017 hevur hann verið politiskur leiðari fyri politiska veingin í Hamas-rørsluni. Hann hevur verið aktivur í felagsskapinum í yvir 30 ár. Í 2018 setti USA hann á sín lista yvir yvirgangsfólk, skrivar BBC.

Sjálvur hevur Ismail Haniyeh ikki búð í Gaza nógv tey seinastu árini – hann býr í Katar.

Katar hevur havt ein týðandi leiklut í ósemjuni millum Ísrael og Hamas, og júst nú situr landið við kring samráðingarborðið í Kairo, har ymsir partar royna at fáa Ísrael og Hamas til at ganga við til eina vápnahvíld, so at sivilfólkið í Gaza kann fáa ein skáa frá bumbingunum, og hjálparfelagsskapir kunnu koma inn við neyðhjálp. Leyslating av gíslunum, ið Hamas hevur hildið sum fangar í meira enn eitt hálvt ár, er eisini partur av samráðingunum, skrivar dr.dk.

Álopið á Haniyeh familjuna fær óivað ávirkan á hesar samráðingar. Tað heldur Basem Naim, sum er leiðari fyri altjóða samstarvinum hjá Hamas.

- Netanyahu (ísraelski forsætisráðharrin, -red.) ger alt fyri at forða fyri møguleikanum at fáa eina vápnahvíld í lag, segði hann við Al Jazeera eftir ísraelska álopið.

Sambært Reuters tíðindastovuni er tað ógreitt hvussu nógv Ismail Haniyeh sjálvur frammanundan visti um Hamas-álopið á Ísrael hin 7. oktober í fjør.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder