
Í gjárkvøldið um klokkan 21.45 endaðu tveir bilar í einum ferðsluóhappi omanfyri Vestmanna.
Talan var um ein bil, sum rendi á ein seyð, og hesin bilurin varð síðani árendur av einum øðrum bili aftanifrá.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at har var nakað av materiellum skaða, men eingin fólkaskaði. Bæði sløkkiliðið og sjúkrabilur vórðu send á staðið.
Seinni á kvøldinum var aftur ein seyður árendur omanfyri Kollafjarðadal. Enn hevur løgreglan ikki fingið fatur á røttu aktingarmonnunum enn, men tað fara tey at avgreiða í dag.
Umframt hetta vóru fimm onnur smærri ferðsluóhapp skrásett í gjár, harav tvey av teimum vóru hálkuóhapp á Oyggjarvegnum.
Har var rættiliga hált í gjár, og mátti Landsverk út at salta vegin.
Løgreglan heitir tí á fólk um at vera varin um hesa tíðina og minnast til at brúka røttu dekkini. Lagt verður tó afturat, at bilarnar, sum fóru á glið á Oyggjarvegnum høvdu vetrardekk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald