Nógv umrøddi skannarin, sum skal standa á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, kemur seinni í ár - helst tíðliga í summar.
Tað hevur allatíðina verið alment, at fleiri fyritøkur standa fyri fíggingina, og at ein av treytunum var, at Tesla-skannarin skuldi standa á júst Klaksvíkar Sjúkrahús. Tesla-skannarin til Klaksvíkar Sjúkrahús kostar 13 milliónir krónur.
Nú er eisini greitt, júst hvørjar fyritøkur standa aftanfyri gávuna. Talan er um innlit hjá Kringvarpinum, og í gjár kunngjørdi KVF, at fyritøkurnar eru: Christian í Grótinum, JFK Trol, Norðoyar Sparikassi, Pelagos, Tavan, Sjóborg og Smyril Line.
Ein av teimum sentralu persónunum, í mun til skannaran, er Kristian Martin Rasmussen. Hann er nevndarformaður í Christian í Grótinum samtakinum. Í viðtalu við Kringvarpið í gjár greiðir hann frá, at eftir áheitan frá serlæknanum Johan Poulsen fór í gongd at fáa onnur við. Hetta gekk skjótt, og hann vísur á týdningin á at vera góðir við Klaksvíkar Sjúkrahús, og at tað søguliga spældi inn.
- Tá okkara forfedrar fingu pengar inn til eitt heilt sjúkrahús, so áttu vit at klára at hetta, heldur Kristian Martin Rasmussen fyri.
Hann sigur til endans, at hann helt hetta vera eina sólskinssøgu, sum øll fóru at vera glað fyri. At tað skuldi evna til politiskt og fyrisitingarligt rumbul, hevði Kristian Martin ikki sæð fyri sær, og hann skilur framvegis ikki heilt hví, at tað varð so.
Til ber at hoyra samrøðuna hjá Kringvarpinum við Kristian Martin Rasmussen HER
Innanlands
Sjey fyritøkur standa aftanfyri skannaran
Tað hevur týdning at styrkja Klaksvíkar Sjúkrahús, sigur Kristian Martin Rasmussen við KVF. Hann er nevndarformaður í Christian í Grótinum, ið er ein fyritøkunum, sum fíggja
Tesla-skannarin til Klaksvíkar Sjúkrahús kostar 13 milliónir krónur. Christian í Grótinum, JFK Trol, Norðoyar Sparikassi, Pelagos, Tavan, Sjóborg og Smyril Line standa fyri fíggingini
2024-01-31 09:10
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald