2022-01-13 16:12

Í gjár vóru 380 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
3997 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið, og í løtuni eru 1787 smittað.
Av teimum, sum eru staðfestir smittaðir, eru sjey innlagdir. Men upplýst verður, at bert tveir sjúklingar eru innlagdir av koronu, og at hinir fimm eru innlagdir av aðrari orsøk.
Les eisini: Koronukanningar: Brúka hálva millión um dagin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald