2023-11-01 09:47
Fyrrapartin í gjár gjørdi løgreglan ferðmátingar í Eysturoynni, og har vórðu sjey mál skrivað. Tað var í Saltangará í einum øki, har hámarksferðin var 30 km/t.
Seks bilførarar fingu klipp fyri at koyra millum 50 og 53 km/t, meðan ein fekk treytaða frádøming fyri at koyra 61 km/t.
Um kvøldið tók løgreglan eisini ein bilførara fyri at koyra ávirkaður av øðrum enn rúsdrekka, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Í gjárkvøldið og í morgun varð eisini boðað frá hálku, og í hesum sambandi hava verið onkur smærri ferðsluóhapp, men tað hevur ikki verið nakað álvarsligt, sigur vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald