2025-02-07 16:52
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Skúlaskjótingin í býnum Örebro í Svøríki kravdi ellivu mannalív. Sjey kvinnur og fýra menn lótu lív.
Tað upplýsir svenska løgreglan, nú tey deyðu í skjótingini eru eyðmerkt.
Ein av teimum deyðu er sambært løgregluni 35 ára gamli maðurin, sum hildið verður er tann, sum stóð fyri illgerðini.
Tey deyðu eru í aldrinum 28 til 68 ár. Eyðmerkingin er gjørd við hjálp eftir fyrimynd frá Interpol.
Les eisini: Seks av teimum skotnu liggja framvegis á sjúkrahúsi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald