Uttanlands

Sjey Labour tjóðartingslimir rýma úr flokkinum

Fyri fyrstu ferð síðani 1981 eru so nógvir politikarar rýmdir úr bretska andstøðuflokkinum í einum

Chris Leslie (Mynd: Ritzau)

Chris Leslie (Mynd: Ritzau)

2019-02-18 13:11 Author image
Ari av Rana
placeholder

Sjey tjóðartingslimir hjá bretska andstøðuflokkinum Labour rýmdu í dag úr flokkinum. Ikki síðani 1981 eru so nógvir tjóðartingslimir rýmdir úr flokkinum í einum.

Tíðindini vóru borin á tíðindafundi í morgun, har Luciana Berger boðaði frá, at Gavin Shuker, Chuka Umunna, Ann Coffey, Mike Gapes, Angela Smith, Chris Leslie og hon sjálv eru farin úr flokkinum.

- Tey seinastu trý árini hava víst, hvussu ábyrgdarleyst tað hevði verið at latið leiðaran í Labour (Jeremy Corbyn, red.) leitt landinum, sigur Chris Leslie sambært útlendskum miðlum.

Luciana Berger sigur, at orsøkin til at hon er farin úr Labour er tí at flokkurin er blivin ein “antisemitiskur stovnur”.

Hesi sjey fara nú saman at gera ein bólk í tjóðartinginum, men enn er ikki greitt hvørjar skyldir tey hava fyri hvør øðrum.

Jeremy Corbyn hevur sagt seg verða vónbrotnan av avgerðini hjá hesum sjey at siga farvæl við flokkin, sum hann stendur á odda fyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder