Gott og væl 150 fólk vóru møtt á landsfundi Miðfloksins, sum var hildin á Svangaskarði fríggjadagin.
Fundurin var eisini uppstillingarfundur til løgtingsvalið, og 7 menn og 6 kvinnur vóru komin á listan við fundarlok. Uppstillingin er tó ikki endað, og væntandi verða enn fleiri á listanum, áðrenn freistin er úti mikudagin.
Formansfrágreiðing, fyribils valskrá og politisk úrslit frá seinastu trimum árunum vóru løgd fram, og gott og gevandi kjak var um hesi, sigur Miðflokkurin í fráboðan.
Val var av tveimum nevndarlimum, og í nýggju nevndini eru:
• Rani Skaalum
• Leif Høj
• Fimmbogi Poulsen
• Rósa Tyril Gaardlykke
• Jenis av Rana
• Aksel Kambsskarð Berg
• Danjal av Rana, varalimur
• Mia av Kák Joensen, varalimur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald