Mentan

Sjey miðlar fáa miðlastuðul

Jn.fo er einasti umsøkjari sum ikki fekk stuðul, og ein útvarpsstøð sum er í ferð við at sløkkja fær 192.000 krónur. Tann sum fær mest fær smáar 700.000 krónur

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-12-22 19:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Miðlastuðulsnevndin er liðug at viðgera umsóknirnar um miðlastuðul fyri 2020. Niðurstøðan er, at sjey føroyskir miðlar fáa part av samlaðu miðlastuðulsjáttanini á tvær milliónir krónur.

Átta umsóknir vóru til miðlastuðul í ár, sum er sama tal sum í fjør. Nevndin metir, at sjey miðlar lúka treytirnar fyri stuðli, og teir fáa úr 175.373,06 krónur upp í 678.103,33 krónur í stuðli í ár.

Tvær milliónir eru settar av á fíggjarlógini fyri 2020 til miðlastuðul, og býtið millum miðlarnar er sum víst niðanfyri við støði í fíggjarligum upplýsingum frá 2019:

Sosialurin (678.103,33 krónur)
Dimmalætting (276.958,60 krónur)
Portal.fo (237.741,44 krónur)
Norðlýsið (231.843,82 krónur)
FM1 (207.911,02 krónur)
R7 Kringvarp (192.068,72 krónur)
VP.fo (175.373,06 krónur)

Jn.fo, sum hevur fingið stuðul síðani miðlastuðulin kom í gildi, fær ikki í ár. Orsøkin er sambært miðlastuðulsnevndini, at miðilin ikki lýkur krøvini, hetta hóast broytingar hvørki eru gjørdar í miðlastuðulslógini ella á jn.fo.

Hinvegin hevur R7 Kringvarp, sum á nýggjárinum steðgar sínum virksemi, fingið 192.068 krónur at framleiða journalistikk fyri.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder