Innanlands

Sjey næmingar lokið prógv í føroyskum sum annaðmál

Mikukvøldið varð prógvhandan á skúlanum í Sørvági, har sjey næmingar úr Vága og Sørvágs kommunu fingu prógv

2024-06-21 17:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vága kommuna: Mikukvøldið fingu sjey næmingar í Vága og Sørvágs kommunu prógv í føroyskum sum annaðmál.

Í hesum sambandi varð skipað fyri serligari hátíðarløtu í skúlanum í Sørvági, har prógvini vórðu handað. Tríggir næmingar vóru burturstaddir, men hinir fýra fingu prógvini.

Føroyskt sum annaðmál er fyri tilflytarar og útbúgving í fleiri stigum. Tríggir næmingar hava staðið støðuroyndina. Tað merkir, at hesir næmingar hava lokið øll stig í útbúgvingini. Hinir næmingarnir hava staðið stigroyndir.

Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, og Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, handaðu prógvini til næmingarnar, sum hava staðið støðuroyndina.

Fyrimyndarligt samstarv
Seinastu trý árini hava kommunurnar í Vágum samstarvað við Tórshavnar kommunu og Tórshavnar kvøldskúla um undirvísingina í føroyskum sum annaðmál. Men eftir summarfrítíðina verður undirvísingin ein landsuppgáva, sum Undirvísingarstýrið fer at umsita, og í løtuni er ógreitt, hvussu undirvísingin verður skipað frameftir.

Borgarstjórarnir í Vágum eru á einum máli um, at talan hevur verið um eitt fyrimyndarligt samstarv og vóna, at landsmyndugleikarnir fara at raðfesta og halda fram við undirvísingini í Vágum.

– Tað er stórur tørvur á undirvísing í føroyskum sum annaðmál, og grundarlag er fyri at halda fram í Vágum, siga borgarstjórarnir.

Bjarni Prior og Eyð Ellingsgaard vísa á týdningin, sum undirvísingin hevur, tí málið er lykilin til luttøku í samfelagnum, siga tey.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder