
Annan dagin á rað vórðu sjey nýggir koronutilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
2.503 kanningar vórðu gjørdar í gjár, mikudagin 14.07. Harvið er positivprosentið fyri dagin í gjár lágt. Tað er 0,28. Til samanberingar var talið fyri Danmark 1,12.
Tvey av teimum sjey fólkunum eru smittaði í Føroyum eru partur av kendari smittuketu. Fýra vóru positiv við kanning eftir komu til Føroya av Mallorka - ein persónur fekk staðfest smittu við endurkanning dagin eftir komu, skrivar corona.fo.
Í eru 125 persónar smittaðir við Covid-19 í Føroyum, og nú hava yvir 900 fólk - 905 - samanlagt fingið staðfest smittu. 779 eru staðfest frísk aftur.
Eingin er í løtuni innlagdur í samband við koronusmittu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald