Í nátt okkara tíð var 96. Oscarhandanin á Dolby Theatre í Los Angeles í USA, tað var filmurin "Oppenheimer", sum er skrivaður og leikstjórnaður av Christopher Nolan, sum vann heiðurslønina fyri besta film.
Aðrir filmar, sum vórðu tilnevndir í hesum bólkinum vóru m.a. "Barbie" hjá Gretu Gerwig, umframt "American Fiction", Anatomy of a Fall", "The Holdovers", "Killers of the Flower Moon", "Maestro", "Past Lives", "Poor Things", og "The Zone of Interest"
Tað var tó ikki bara fyri besta film, at Oppenheimer vann ein Oscar. Filmurin fekk nevniliga sjey virðislønir í nátt.
Christopher Nolan vann fyri "besti leikstjóri", Cillian Murphy, sum hevur høvuðsleiklutin sum J. Robert Oppenheimer, varð kosin "besti mannligi høvuðsleikari", og Robert Downey Jr. varð kosin "besti mannligi hjáleikari".
Eisini fekk filmurin Oscars fyri besta klipp, besta filmstónleik, og besta filmslist.
"Oppenheimer" er ein søguligur dramafilmur, sum snýr seg um amerikanska alisfrøðingin J. Robert Oppenheimer og arbeiði hansara við at menna kjarnorkubumbuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald