
Sjey vórðu staðfestir positivir fyri covid-19 í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Seks tilburðir eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir, og í løtuni er óvist, hvussu sjeyndi persónurin er vorðin smittaður.
Allir sjey persónarnir eru avbyrgdir, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina, skrivar corona.fo.
Tilsamans hava nú 546 persónar fingið staðfest covid-19 í Føroyum, av teimum eru 518 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 28 persónar smittaðir í løtuni. 72 eru í sóttarhaldi.
Tveir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við covid-19.
Í gjár vórðu 1.003 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru 183.962 kanningar gjørdar í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald