Innanlands

Sjey smittutilburðir staðfestir í gjár

Talan er um kendar smittukeldur. Tal av kanningum er ikki upplýst enn. 84 persónar í Føroyum eru í løtuni smittaðir við koronu - ein er innlagdur

2021-07-23 13:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kanningunum í gjár vórðu sjey nýggir smittutilburðir staðfestir. Hetta upplýsir corona.fo, ið tó ikki hevur kunngjørt talið av kanningum fyri 22. juli enn.

- Tveir persónar fingu staðfest smittuna við komu til Føroyar, og tveir við fjórða dags kanning. Hini trý eru smittað í Føroyum av kendum smittukeldum, skrivar corona.fo.

Í løtuni eru 84 persónar smittaðir við COVID-19 í Føroyum. 232 fólk eru í sóttarhaldi. Ein er í løtuni innlagdur í samband við koronusmittu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder