Yvir 100 fólk eru deyð, og fleiri hundrað eru særd páskadag eftir bumbuspreingingar í trimum kirkjum og trimum luksushotellum á Sri Lanka.
Eisini boðar lokala løgreglan frá, at ein minni spreinging hevur verið í einum hotelli beint við djóragarðin í høvuðsstaðnum Colombo, men enn er ógreitt, um nakað samband er millum hesa og hinar seks spreingingarnar.
Fráboðanir hava verið um enn eina spreinging í Colombo, men hetta er enn ikki váttað.
Í minsta lagi 150 fólk hava latið lív og 400 eru særd, skrivar DR. Fleiri útlendingar eru millum tey deyðu.
Enn hevur eingin tikið ábyrgdina fyri álopini.
Sambært BBC vóru tey kristnu í ferð við at hátíðarhalda páskadagin í trimum kirkjum, tá tær vórðu raktar av spreingingunum.
Tann fyrsta kirkjan, sum varð rakt var St. Anthonys Shrine í Colombo. Hareftir varð ein kirkja í býnum Negombo rakt, og eisini varð ein kirkja rakt í býnum Batticaloa í eystara partinum av Sri Lanka.
Eisini vórðu trý hotel rakt, men enn er ikki greitt, um hotelgestir eru millum tey deyðu. Talan er um luksushotellini The Shangri La, Cinnamon Grand og Kingsbury.
Spreingingin nærindis djóragarðinum í Colombo hendi uml. fýra tímar seinni.
Sambært The Guardian eru allar páskamessurnar, sum skuldu vera í kvøld avlýstar, og myndugleikarnir hava boðað frá, at eingin skúlagongd verður mánadagin og týsdagin.
Hendingarnar hava fingið fólk í hópatali at leita sær oman til blóðbankan í Colombo fyri at geva blóð til tey mongu, sum vórðu særd í dag. Sambært BBC er talan um so nógv fólk, at starvsfólkini í blóðbankanum hava verið noydd at senda summi heim aftur.
Á tíðindafundi í dag kallaði verjumálaráðharrin, Ruwan Wijewardene, álopini fyri yvirgang.
Eisini segði hann, at yvirgangsmennirnir eru eyðmerktir, og at teir verða handtiknir skjótast gjørligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald