Sjey fólk lótu lív, og 21 fólk eru enn ikki komin aftur í aftur, eftir at ein bátur við ferðafólki hvøldist í Donau-ánni í Ungarska høvuðsstaðnum Budapest seint í gjárkvøldið.
Tað skrivar DR.
Í bátinum vóru tilsamans 33 ferðafólk úr Suðurkorea umframt manning.
Báturin lá rættiliga tætt við parlamentsbygningin í Budapest, tá ein annar bátur rendi í hann. Báturin hvøldist og sakk.
Fleiri bjargingarbátar komu á staðið stutt aftaná, og leitað verður enn eftir teimum fólkunum, sum ikki eru komin aftur í aftur.
Sambært talsfólki hjá ungarsku løgregluni, fevnir leitingin um fleiri kilometrar í Donau-ánni.
Veðrið í Budapest hevur ikki verið av tí allarbesta seinastu dagarnar. Vatnstøðan í Donau-ánni hevur verið høg, og hetta hevur seinkað bjargingararbeiðnum.
Sambært lokalum miðlum vórðu summi lík eru funnin heilar tríggjar kilometrar frá staðnum, har vanlukkan hendi.
Fleiri av teimum, ið yvirlivdu vanlukkuna, eru koyrd á sjúkrahús.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald