Innanlands

Sjey tilburðir afturat staðfestir í gjár

Tvey vóru positiv við komu til Føroya, ein var positivur við endurkanning dagin eftir komu, og ein var positivur við 4. dagskanning eftir komu. Hini trý eru smittað í Føroyum, og smittukeldurnar eru kendar – Í løtuni eru 119 persónar staðfestir smittaðir

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-07-14 11:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár vórðu sjey nýggir smittutilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Tvey vóru positiv við komu til Føroya, ein var positivur við endurkanning dagin eftir komu, og ein var positivur við 4. dagskanning eftir komu. Hini trý eru smittað í Føroyum, og smittukeldurnar eru kendar, skrivar corona.fo.

Í løtuni eru 119 persónar smittaðir við koronu, on ein er innlagdur.

Tilsamans eru nú 898 tilburðir staðfestir í Føroyum, og 778 eru staðfest frísk aftur. Ein persónur er deyður við koronu í Føroyum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder