Innanlands

Sjófeingið til aðru viðgerð hósdagin

Álit í málinum um sjófeingi kom í kvøld úr vinnunevndini

Løgtingið í kvøld (Skíggjamynd: Tingvarpið)

Løgtingið í kvøld (Skíggjamynd: Tingvarpið)

2019-12-17 23:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um 23 tíðina í kvøld varð tingfundurin tikin uppaftur, og bara eitt var á skránni.

Álitið í málini um sjófeingi, sum bíðað hevur verið eftir í allan dag, varð lagt fram. Samgonguminnilutin í nevndini, sum telur Johan Dahl, Jákup Mikkelsen og Beinir Johannesen, var klárur fyrr í kvøld, men leingi var bíðað eftir at andstøðumeirilutin í vinnunevndini, sum er Bjørt Samueolsen, Henrik Old, Bjarni K. Petersen og Bjarni Hammer, sum skuldi fáa síðstu snøklarnar upp á pláss.

Teir komu upp á pláss, og álitið er nú lagt fram. Uppskot til løgtingslóg um sjófeingi kemur til aðru viðgerð hósdagin, segði løgtingsformaðurin í kvøld. Tingfundurin er settur at byrja klokkan 10.

Álitið kann lesast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder