Innanlands

Sjófeingislógin endaliga samtykt í dag

Klokkan 10 byrjar tingfundur og sjófeingislógin er til triðju viðgerð. Samgongan stóð saman til aðru viðgerð

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum og Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum (Mynd: Sverri Egholm)

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum og Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum (Mynd: Sverri Egholm)

2019-12-21 09:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klokkan 10 byrjar tingfundur higartil er bara eitt evni á skránni. Talan er um triðju viðgerð av sjófeingislógini, sum verður í morgin.

Vanliga eru triðju viðgerðir ikki so drúgvar, men av tí at hetta er eitt so umstrítt mál, og væntast kann, at broytingaruppskot verða, so kann tað taka eina løtu í dag.

Onnur viðgerð vardi í 11 tímar hósdagin, og flutti ikki stórvegis. Samgongan stóð saman, og málið varð samtykt við 17 fyri og 15 ímóti.

Væntast kann at broytingaruppskot við víkjandi útlendskum ognarluti verður lagt fram áðrenn tingfundin. Sum skilst skulu forðingar gerast soleiðis at verandi útlendingar í vinnuni ikki sleppa at keypa størri part, og at nýggir útlendskir aktørar ikki sleppa inn í vinnuna.

Tingfundurin byrjar sum nevnt klokkan 10.

Sent verður beinleiðis út løgtinginum á Tingvarpinum. Fylg við her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder