Nú um 10 tíðina fer løgtingið í holt við at viðgerða sjófeingislógina, sum Jacob Vestergaard, landsstýrismaður hevur lagt fyri tingið.
Lógin er tó broytt nakað eftir at hava verið ein túr framvið vinnunevndini. Eitt nú verður eingin endalig uppboðssøla. Tey tonsini, 7000 tons av makreli, 10.000 tons av norðhavssild og 40.000 av svartkjafti verða koyrd í eina pulja saman við tí sum í dag eru menningarkvotur. Hendan puljan skal brúkast til nýmenning, og hetta er nakað sum landsstýrismaðurin í kunngerð býtir út. Álitið úr vinnunevndini kann lesast her.
Hetta er onnur viðgerð í dag, og væntandi verður tað drúgt orðaskiftið. Klokkan 16 skipa andstøðuflokkar og onnur fyri mótmælistiltaki á Vaglinum.
Í skrivandi stund er viðgerðin ikki byrjað, men tað verður helst hvørja løtu. Fylg við her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald