2022-05-07 11:14
            
        
         
                
            Beint eftir klokkan seks fríggjamorgunin vóru boð eftir bjargingartyrluni hjá Atlantsflog.
Orsøkin var, at ein trolari, sum var staddur eystan fyri Føroyar boðaði frá, at ein persónur umborð hevði tørv á læknahjálp.
Tyrlan fór eftir viðkomandi, og góðar tveir tímar seinni var tyrlan komin til Landssjúkrahúsið, upplýsir Vørn á heimasíðuni.
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald