Innanlands

Sjógangurin tók nakað av brimgarðinum

Bátaeigarar í Sørvági mugu vísa varsemi

(Mynd: Sørvágs kommuna)

(Mynd: Sørvágs kommuna)

2022-02-09 12:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sjógangurin við rennisjógvi í Sørvági í gjár var øgiligur. Og tað hevur eisini gingið út yvir grótkastið við innsiglingina til bátahylin í bygdini.

Sørvágs kommuna hevur í dag hesa áheitanina til bátaeigarar í Sørvági:

Í sambandi við óveðrið og nógva sjógangin í gjár (8. februar 2022) eru steinar dottnir burtur úr brimgarðinum við innsiglingina til bátahylin. Heitt verður tí á øll, sum sigla út og inn úr bátahylinum, um at vísa varsemi.

Sí eisini:

Video: Sjógangurin í Sørvági

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder