Innanlands

Sjóhitaskipanin tikin alment í nýtslu

Hósdagin 3. oktober, verður Sjóhitaskipanin hjá Klaksvíkar kommunu alment tikin í nýtslu. Við sjóhitaskipanini tekur Klaksvíkar kommuna eitt stórt fet mótvegis grønari umstilling og einum betri umhvørvi.

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2019-10-02 18:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í 2015 samtykti býráðið at fara undir hesa slóbrótandi verkætlan, tá avgerð var tikin um at fara undir sjóhitaskipanina, samstundis sum arbeiðið við spillivatnsætlanini varð sett ígongd, og sostatt er graviarbeiði til báðar verkætlanir í stóran mun lagt saman til eina gjøgnumgraving í miðbýnum.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, fegnast um, at vit nú komin so lagt, at skipanin endiliga kann takast alment í nýtstu.

- Hendan verkætlan hevur verið leingi ávegis, og vit gleðast tí um, at skipanin sær út til at rigga avbera væl. Vit hava royndarkort skipanina í eina tíð, og allar útrokningar síggja út til at halda, ja, enn tá betri enn mett, sigur ein fegin borgarstjóri.

Hann leggur afturat, at skipanin í verandi líki kemur at spara kommununi millum 500.000 og eina millión litrar av olju um árið, og at møguleiki er fyri at víðka skipanina, sum í fullari stødd hevur megi og orku at viga upp ímóti fimm milliónum litrum av olju um árið.

Skipanin virkar soleiðis, at sjógvur verður tikin inn í pumpuhúsið við Vágna og umvegis hitavekslara verður vatnið síðan leitt út til tilknýttu bygningarnar. Fyrsta byggistig fevnir um miðbýarøkið frá økinum við Sandin, niðan eftir Skúlavegi og umvegis Gerðagøtu inn til Stadionøkið. 

Eisini Umhvørvis- býarskipanarnevndin, har Kristian Eli Zachariasen er formaður, gleðist tey, at hetta vísir seg at vera ein góð íløga, bæði fyri umhvørvið, brúkarin og kommununa. 

- Kommunan fer at nýta á leið sama søluprís um Fjarhitafelagið, millum 0,81-0,85 kr/kWh. Hetta merkir, at við núverandi oljuprísum, liggur kostnaðarstøði hjá brúkaranum eini 15-20% lægri enn við eini oljufýrdari loysn. Við hesum leisti er íløgan vunnin inn aftur eftir 10 til 15 áðrum, sigur Kristian Eli.

Kristian Eli er errin av, at Klaksvíkar kommuna, sum tann fyrsta kommunan í landinum, hevur verið so framsíggin og hevur gjørt eina so umfatandi íløgu í umhvørvisvinarliga orku.

Bjóðað verður til framløgur og ábit í kjallaranum á Biskupstorgi, hósdagin kl.13.00. Eisini luttekur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvismálum. Eftir røðurnar hetta verður víst runt pumpihúsinum.

- Klaksvíkar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder