
Skipanin fer eisini at dálka væl minni, og hon veitir veitir tveir triðingar av hitanum úr sjónum, meðan ein triðingur er el-orka. 70 prosent av hitanum frá einari sjóhitaskipan er frá grønari og varandi orku, skrivar Eysturkommuna á heimasíðu sínari.
Hetta er nakað, ið arbeitt hevur verið við í longri tíð, og nú er kunning send út um, at verkætlanin av álvara er farin í gongd. Eysturkommuna hevur viðtikið at fara undir at veita fjarhita til kommunalu bygningarnar í Leirvík, sum liggja frá skúlanum/Giljagarði og inn til Miðstøðina hjá Nánd.
Kommunan skrivar, at verkætlanin er skipað soleiðis, at tað seinni verður møguligt hjá allari bygdini at knýta í hana, um áhugi er fyri tí.
Les meira um hvussu verkætlanin verður framd her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald